Starvsfólkaútferðir o.a. / Norðoyggjar / Vitja hægstu tindar

Vitja hægstu tindar

Við staðkendum ferðaleiðara, fara vit ein gongutúr eftir Kunoynni. Á hesi vøkru oyggj eru seks av hægstu fjøllum í Føroyum, sum øll eru oman fyri 800 metrar. Túrurin er ein sterk og feit uppliving og eftir ein slíkan túr, er ein mettaður - bæði kroppsliga og sálarliga.

Vit eta góðan føroyskan matpakka á vegnum og hava vit fleiri spennandi og øðrvísi upplivingar á hesum túrinum.

Túrurin er fyri luttakarar, sum eru vanir við at ganga í brøttum fjøllum.


Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo