Starvsfólkaútferðir o.a. / Norðoyggjar / í Føgrulíð

í Føgrulíð

Vit koyra niðan á Háls við bussi og har frá verður farið til gongu vestur um. Á veg til Førgulíð steðga vit við sjórænaragrøvirnar, har vit hoyra um hví sjórænaragrøvir eru á hesum staði. Síðani ganga vit oman í Føgrulíð, har toftirnar frá fyrsta háskúlanum í Føroyum standa.

Tað var á hesum staði, at Símun á Skarði 1. februar 1906, yrkti tjóðsang okkara "Tú alfagra land mítt"

Vit njóta ein føroyskan matpakka, hoyra søguna um Háskúlan og syngja tjóðsangin.

Vit hava eisini fleiri aðrar upplivingar til henda túr.


Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo