Starvsfólkaútferðir o.a. / Norðoyggjar / Norður á Kallin

Norður á Kallin

Vit fara yvir um fjørð við Sam. Komin til Syðradal, verður farið við bussi norður til Mikladal.

Meðan vit koyra norður, ber til at hoyra fleiri spennandi sagnir úr oynni. Komin til Mikladals, verður farið oman á helluna, har søgan um Kópakonuna verður søgd, meðan vit eta ein góðan føroyskan matpakka.

Eftir hetta, verður farið við bussi norður á Trøllanes, har vitja verður gomlu smiðjuna, áðrenn vit fara við staðkendum ferðaleiðara fara til gongu norður á Kallin. Komin norður á Kallin, hava vit eina viftu av møguleikum - men vit kunnu eisini bara njóta friðin, útsýnið og nærveruna.

Tá vit koma aftur til Syðradal, ber til at njóta ein góðan bita frá matstovuni hjá Viljanum.

Á túrinum bjóða vit fleiri upplivingar, sum tit velja eftir ynski.

Fegin v/Niclas Heri Jakupsson | Geilini 14, 380 Sørvagur - Føroyar | Tlf.: +298 525 525 | niclas@fegin.fo